Innanlands

Aftaná 28 ár letur Kjøthandilin hjá Óla í Klaksvík aftur

Býarmyndin í Klaksvík broytist tá september mánaði er runnin, men vónin er, at onkur tekur yvir

Óli Langgaard yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen í 1997

Óli Langgaard yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen í 1997

2025-09-05 06:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá september mánaði er runnin fer býarmyndin í Klaksvík at broytast. Hevur tú vitjað Kjøthandilin onkuntíð, hevur tú møtt Óla Langgaard og hansara kæru, sum í áravís hava staðið smílandi handan søludiskin og selt alskyns døgurðabitar.

Tað er við sorgblídni at hetta nú ferð í søguna. Tað hevur verið ein torfør avgerð, men tíðin er komin, sigur Óli Langgaard.

Fyri Óla og familjuna byrjaði søgan í 1997, tá ið hann yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen. Áðrenn Óli yvirtók arbeiddi hann í Kjøthandlinum, so samanlagt hevur hann havt tilknýti í 52 ár. Konseptið er tó broytt og tillagað so líðandi. Seinnu árini er orkan løgd í at gera døgurðar, sum verða seldir gerandisdagar í døgurðatímanum.

Vóna at onkur tekur yvir
Dreymurin er, at Kjøthandilin koyrir víðari við nýggjari orku frá einum øðrum eigara. Tað er eingin loyna, at nógv orka er løgd í at menna og dríva eina fyritøku sum hesa. Tískil hevði verið gleðiligt at sæð virksemið hildið fram, verður sagt.

Onkur hevur víst áhuga, men eingin endalig søla er framd av fyritøkuni enn.

- Hetta er tí eisini skrivað við eini vón, um at ein møguligur keypari sær hetta og vendir sær til Óla. Men tað ræður um at gera skjótt av. Óli Langgaard ynskir at frætta frá møguligum keypara áðrenn 20. september.

Týsdagin 30. september verða so seinastu døgurðabitarnir veittir úr hondunum hjá Óla Langgaard og hansara fólki.

Óli Langgaard ynskir at takka øllum viðskiftafólkum fyri trúfesti og mong góð prát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder