Mentan

Aftansangur/Evensong í Havnar kirkju

Peterhouse Chapel Choir syngur í kirkjuni

2018-07-02 13:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin verður aftansangur ella sum tað eitur á enskum "Evensong" í Havnar kirkju.

Tað er kórið Peterhouse Chapel Choir, frá universitetinum í Cambridge í Onglandi, sum saman við presti og organisti vitjar Føroyar.

Kórið fer at hava konsert í Vesturkirkjuni 4. juli og fara tey eisini at hava víðagitna enska aftansangin í Havnar kirkju týskvøldið.

Evensong er eitt tiltak, sum regluliga er í kirkjum í Onglandi. Vanliga hevur kórið ein týðandi leiklut í tiltakinum. Serliga eru tey tiltøkini sum eru í universitetsbýunum í Onglandi víðagitin fyri innihald, form og vakurleika. Til aftansangin týsdagin verður sungið, lisið og biðið bæði á enskum og føroyskum. Dómpróstur Uni Næs lesur føroysku lestrarnar og útgangssálmurin er føroyskur, meðan kórsatsir og veksilsangur er á enskum. Teksthefti verður býtt út til allar luttakarar.

Kórið í Peterhouse hoyrir heima í tí elsta og minstu universitetseindini (College) í Universitetinum í Cambridge. Hvørja lestrarhálvu syngur kórið til tvær guðstænastur um vikuna í vakra við stearinljósum upplýsta Kapellinum frá 1633. Kórið ferðast eisini regluliga i uttanlands. Seinastu árini hava tey sungið í Belgia, Litava og í Íslandi. Síðani oktober í fjør hevur tónleikaleiðarin i Collegiinum dr. Simon Jackson havt ábyrgdina av kóri og tónleiki.

Til konsertina í Vesturkirkjuni syngur kórið tónleik av Enskum tónasmiðjum sum William Byrd, Thomas Tallis, C.H.H. Parry and James MacMillan. Alt tónleikur, sum kórið regluliga framførur. Tey gleða seg til sína fyrstu vitjan í Føroyum og til at deila sínar tónleikaligu siðir við okkum føroyingar.

- Havnar kirkja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder