Innanlands

Aftur bert ein listi í Vestmanna

Hetta valskeiðið hevur verið kvinnuligur meiriluti í bygdarráðnum í Vestmanna. Men so verður ikki í komandi valskeiði. Bert tvær kvinnur bjóða seg fram hesaferð

Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, stillar ikki uppaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, stillar ikki uppaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-23 19:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár er bert ein listi komin inn til bygdarráðsvalið í Vestmanna kommunu. Men tað eru kortini fleiri valevni at velja ímillum.

Fyri fýra árum síðani var óvanliga lítil áhugi fyri at fáa sæti í bygdaráðnum í Vestmanna, tí einans níggju fólk stillaðu upptil til at manna teir sjey sessirnar í bygdaráðnum.

Og tá borgarstjórin so tíðliga í valskeiðinum valdi at leggja frá sær, so fekk 8. valda valevni eisini fast pláss í bygdaráðnum, og harvið er bara eitt valevni eftir at taka til, um tørvur er á at fáa eykafólk inn í bygdarráðið.

Í ár er áhugin nakað frægari, um enn ikki nógv størri, tí nú eru tað 11 valevni, ið bjóða seg fram.

Bjørg á Rógvi, sum fekk næstflestar atkvøður seinast, og sum tók við sum borgarstjóri tá Pauli Trond Petersen, legði frá sær, er ikki millum valevnini, so vestmenningar fáa ein nýggjan borgarstjóra.

Men ein fyrrverandi borgarstjóri er tó millum valevnini, nevniliga Karl A. Olsen, sum var borgarstjóri í Vestmanna undan Paula Trond Petersen.

Bert tvey av teimum, sum nú manna bygdarráðið stilla uppaftur, nevniliga Anja Haldansen og Sára Jógvansdóttir, sum eisini eru tær einastu kvinnurnar á listanum. Fyri fýra árum síðani var meira enn helmingurin av teimum uppstillaðu, fimm av níggju, kvinnur, og við fýra kvinnum valdum kvinnum, hevur verið kvinnuligur meiriluti í bygdarráðnum hetta valskeiðið.

Men so verður ikki í komandi valskeiði, kann longu nú staðfestast.

Tey uppstillaður eru:

  • Anja Haldansen, námsfrøðingur
  • Janus úr Dímun, handverkari
  • Sára Jógvansdóttir, journalist
  • Karl A. Olsen, vararektari
  • Símun Jákup Højsted, stjóri
  • Pauli Magnussen, ljóðteknikari
  • Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi
  • Fróði Bjarkason Skúvadal, lívfrøðingur
  • Bogi Fossdal, landmátari
  • Jákup S. Jóanesarson, námsfrøðingur
  • Janus Atli Jensen, handverkari 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder