2025-10-03 18:02

Shefa-kaðalin hevur aftur fingið skaða.
Net boðar í dag frá, at Shefa 2-kaðalin í dag klokkan 13 fekk ein skaða einastaðni millum Orknoyggjar og Hetland, umleið hálvanannan kilometrar frá Orknoyggjum.
- Orsøkin til skaðan er enn ikki kend, skrivar Net.
- Arbeitt verður saman við okkara undirveitara at fyriskipa umvæling av skaðanum. Tí at skaðin liggur so tætt við land, er neyðugt við fyrireikingum á staðnum í Orknoyggjum, áðrenn kaðalskip kann fara í gongd við sjálva umvælingina.
Mett verður, at kundar í Føroyum ikki eru ávirkaðir av hesum, tí teir hava samband um Farice-1 kaðalin, skrivar Net í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald