Innanlands

Aftur ein smittutilburður í gjár

Talið av smittaðum í Føroyum nú farið væl niður um hundrað

2020-08-21 15:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú eru 84 persónar smittaðir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá landslæknanum.

1.679 kanningar vórðu gjørdar í gjár, hósdagin 20. august, og av teimum var ein tilburður staðfestur. Talan er um ein tilburð, ið varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið.

Tilsamans eru nú 81.991 koronakanningar gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava 384 fólk fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum. 300 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og aktuella talið av smittaðum er sostatt 84.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á sjúkrahúsi í samband við koronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder