2020-09-09 17:24
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Nú er talið av koronakanningum komið upp á 105.719.
Aftur hesaferð varð tilburðurin staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Viðkomandi persónur er avbyrgdur, og landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 415 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru framvegis fimm persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald