2020-09-21 19:45

Tað var í kvøld klokkan 18, at tilmeldingin hjá Tórshavnar Kvøldskúla skuldi lata upp aftur, eftir at hava verið avlýst í fyrsta umfari eftir tekniskan trupulleika.
Men í kvøld riggaði enn einaferð ikki. Tað riggar ikki at rinda við Visa Dankort, tá í kagin Google Chrome verður brúktur. Heldur ikki ber til at rinda við Visa Dankort á ávísum fartelefonum og ipaddum.
- Fyri at øll skulu hava sama møguleika, verður tilmeldingin útsett í fyrstu atløgu til mikudagin klokkan 18, sigur kvøldskúin í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald