2023-06-14 18:37
Enn eru vestmenningar ikki lidnir at hiva hvalirnar upp á keiina, og nú eru longu aftur grindaboð.
Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, upplýsir, at hendan grindin er funnin sama stað, sum tann grindin sum varð rikin á Vestmanna fyrr í dag.
Hesaferð verður rikið til Leynar, og mett verður at grindin, sum liggur norðanfyri Slættanestanga, er omanfyri 100 hval.
Grindin í Vestmanna verður mett at vera millum 150 og 200, helst nærri 200, sigur sýslumaðurin. Enn er ikki greitt hvussu býtt verður har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald