Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í lundaholunum í Skúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Tað er sera lítið av lunda at síggja í lundalandinum og á sjónum útfyri, men lundin hevur vorpið sum vanligt, og pisur eru í flestu reiðrunum.
Havstovan hevur fylgt við gongdini í nøkrum lundaholum í Skúvoynni síðani 2005. 15 lundareiður eru gjørd úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundalandið við o.u. 50 holum. Við stuðli frá Føroya Tele kunnu úrslitini síggjast beinleiðis á internetinum við at trýsta her (set myndagóðskuna á HD).
Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd, men síðani 2014 eru allar pisurnar floygdar, skrivar Havstovan.
Í ár hava lundar verið inni í øllum 15 reiðrunum, og teir hava vorpið í 13 reiður, so tað sær gott út. Tær fyrstu 8 pisurnar eru komnar út, og tær síggja út til at trívast væl. Føðin er nebbasild í passaligari stødd, o.u. 5-8 cm, men í summum førum er nebbasildin ov stór til tær smáu pisurnar. Spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður, tí tað tekur í minsta lagi 40 dagar, áðrenn pisurnar verða floygdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald