Innanlands

Aftur koyrandi á Gásadalsvegnum

Fyrrapartin hevur ikki verið koyrandi til Gásadals, men Landsverk boðar nú frá, at koyrandi er aftur

Soleiðis sá út á vegnum í morgun (Mynd: Landsverk)

Soleiðis sá út á vegnum í morgun (Mynd: Landsverk)

2022-12-21 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun varð boðað frá, at ein skalvi var lopin á landsvegnum millum Bø og Gásadalstunnilin, og at tað tískil ikki var koyrandi.

Arbeitt hevur verið við at rudda vegin, og fyri løtu síðani boðaði Landsverk frá, at vegurin er opin aftur.

Dagført kl. 11.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder