Innanlands

Aftur koyrandi eftir Strandavegnum

Seinnapartin í dag fer øll ferðslan aftur at koyra eftir Strandavegnum

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-05-29 16:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinnapartin í dag fer øll ferðslan aftur at koyra eftir Strandavegnum (landsvegnum).

Síðani 7. mars hevur tann lætta ferðslan verið beind eftir Sjóvarvegnum, vegna arbeiði rundan um rundkoyringini á Strandavegnum.

Nú er arbeiðið rundan um rundkoyringina komið somikið áleiðis, at ikki ber til at gera meir, áðrenn arbeiðið at gera sjálvan tunnulin er komið nakað longur ávegis.

Tískil verður Strandavegurin aftur opin fyri allari ferðslu seinnapartin í dag, boðar Sjóvar kommuna frá.

Tað fer tó framvegis at verða arbeitt rundan um Strandavegin. Tí heitir kommunan á bilførarar um at koyra varisliga eftir hesum vegastrekki. Um arbeiðið kemur at órógva ella tarna ferðsluni, verður skeltað við hesum.

Vegíbindingin frá Sjóvarvegnum í Strandavegin verður fyribils stongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder