2020-08-09 14:35
Í dag frá klokkan 13 til 16 verða kanningar í høvuðsstaðnum gjørdar á Eirargarði, og aftur í dag er lang bíðirøð.
Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði, og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn á J.C. Svabosgøtu, tí er nýggj kanningarstøð sett upp har.
Ein onnur broyting er, at tað ikki longur er neyðugt við ávísing frá kommunulækna, og kann ein sostatt bara møta upp í bili.
Fyri løtu síðani var bilrøð heilt niðan til Dagstovnin við Velbastaðvegin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald