
Sambært veðurforsøgnini fyri fríggjadag 26. septembur er ætlanin at sigla sambært. ferðaætlan á leið 7.
Júst hetta eru sum so ikki tíðindi, men Strandferðslan staðfestir í sama viðfangi, at hetta kann skjótt broytast.
- Verður støðan tann, at forsøgnin versnar, er møguleiki fyri at fráferðirnar av Tvøroyri kl. 14:00 og av Havnini kl. 17:30 verða avlýstar fríggjadag 26. september, skrivar ssl.fo.
Sagt verður frá nakað av vindi í morgin, og avloysaraskipið á Suðuroyarleiðini fær ikki siglt, tá aldan er yvir fýra metrar.
Harvið kann tað verða, at Galaxy siglir seinasta túrin í morgin klokkan 10 - av Havnini - og harvið avlýsir helmingin av fríggjadagstúrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald