Innanlands

Aftur tómt á koronudeildini

Talið á positivum er nú minkandi. 575 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-29 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey fólk vóru í gjár innløgd av koronu, men nú eru ongar koronuinnleggingar í Sjúkrahúsverkinum. Hvørki av ella við koronu.

Talið á positivum er nú minkandi. 575 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Samlaða talið á positivum í løtuni er nú 4791. Tað er 41 færri enn í dagføringini í gjár.

2496 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder