Innanlands

Aftur trupulleikar við Galaxy - siglir seinasta túrin á middegi

Fyri veður fer Galaxy av Havnini klokkan 12 heldur enn klokkan 10 - síðani verður ikki siglt restina av degnum. Harvið eru serliga suðuroyingar aftur við sviðusoð

Galaxy skuldi verið farin av Havnini nú klokkan tíggju. Ístaðin fer skipið suðureftir á middegi, og síðani liggur avloysaraskipið á Krambatanga fyri dagin (Mynd: Sverri Egholm)

Galaxy skuldi verið farin av Havnini nú klokkan tíggju. Ístaðin fer skipið suðureftir á middegi, og síðani liggur avloysaraskipið á Krambatanga fyri dagin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-10 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At lívið við Galaxy í 8-10 vikur ikki fór at vera so lætt, vóru suðuroyingar helst varugur við, áðrenn Smril fór í dokk - tí man hevði roynt tað áður,

Seinastu dagarnar hava fólk aftur ilskast. Í síðstu viku var tað eitt portur, sum ikki fór upp, so fólk noyddust at bíða við at sleppa í lan. Nú hava tað verið avlýsingar og broytingar fyri veður - hóast veðrið hevur verið so mikið gott, at hjá Smyrli hevði tað sum eingin trupulleiki verið at siglt.

Broytingar vóru sunnudagin og avlýsingar mánadagin, og fyrrapartin hevur Strandferðslan boðað frá, at Galaxy bert siglir ein túr afturat og ikki tríggjar, sum ferðaætlanin annars sigur.

Galaxy skuldi verið farin av Havnini nú klokkan tíggju. Ístaðin fer skipið suðureftir á middegi, og síðani liggur Galaxy á Krambatanga fyri dagin.

- Fyri veður fer Galaxy av Havnini kl. 12:00, og ikki kl. 10:00, í dag, mikudag 10. septembur. Túrarnir av Krambatanga kl. 14:00 og av Havnini kl. 17:30 verða ikki sigldir í dag, mikudag 10. septembur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder