2025-07-12 12:23

Royal Unibrew A/S afturkallar eitt slag av Lay's Bulges kips, sum eru self í føroyskum handlum.
Orsøkin er, at tey hava ov høgt innihald av miniraloljunum MOSH og MOAH.
– Eingin akuttur vandi er við hesum vørum, men vørur við ov høgum innihaldi av MOSH og MOAH kunnu yvir tíð hava ein heilsuligan váða við sær og eru tí ikki egnaðar til matna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Heitt verður á borgarar um at lata vøruna inn aftur, har hon er keypt ella beina hana burtur.
Talan er um kips, sum eru best fyri 22. november 2025:
- Lay's Bugles original 125 g (EAN-nummer 8710398502636)
- Lay's Bugles original 160 g (EAN-nummer 8710398505262)
- Lay's Bugles nacho cheese 125 g (EAN-nummer 8710398502308)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald