
Fyritøkurnar New Nordic Healthcare ApS og Biosym A/S afturkalla nú kostískoytini Deep Breath og OmniC.
Orsøkin er, at kanningar hava víst ov høgt innihald av ethylenoxid í vøruni. Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann verða krabbameinselvandi.
Vørurnar eru seldar í Føroyum, og eiga fólk, ið hava keypt hesar vørur, at lata tær innaftur, hagani tær eru keyptar ella beina tær burtur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Talan er um hesar vørur:
Deep Breath frá New Nordiic Healthcare ApS
Lotnummar 92966
Íløt á 60 tablettir
OmniC 500 mg frá Biosym A/S
Batchnummar og best fyri
F149087, holdbarhedsdato: 03-2023
F150184, holdbarhedsdato: 05-2023
F151678, holdbarhedsdato: 09-2023
F153264, holdbarhedsdato: 11-2023
Íløt á 180 tablettir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald