Fyritøkan Orkla Food Danmark hevur afturkallað tvær vørur.
Talan er um Beauvais Spaghetti Bolognese í dós og Beauvais Tomat Ketchup.
Fyrra vøran verður afturkallað, tí hon inniheldur andelvið (allergenið) sennep, sum ikki er týðiliga frámerkt á vøruni, og kunnu fólk, ið eru ovurviðkvom fyri sennep fáa vurviðkvæmisreaktión um tey eta vøruna.
Seinna vøran verður afturkallað, tí vandi er fyri, at mjólkasýrubakteriur eru í vøruni. Mjólkasýrubakteriur ávirka smakkin og konsistensin.
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vørurnar, ið verða afturkallaðar:
Beauvais Spaghetti Bolognese
Nettovekt: 560 g
Best fyri: 31/5-2027
Beauvais Tomat Ketchup
Nettovekt: 1000 g
Best fyri: 29/6-2025, 2/7-2025 og 1/7-2025.
Lot numre: 154603, 156306 og 154602.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald