
Tvey sløg av hunangi, sum eru seld í føroyskum handlum, verða nú afturkallað.
Tað er Coop Danmark, sum afturkallar tvey sløg av hunangi av merkinum Beeliz.
Orsøkin er, at vøran ikki er mekt við kravdu merkingini um, at hunangur ikki eigur at verða givin børnum undir eitt ár, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum minnir á, at børn undir eitt ár ikki mugu fáa hunangin.
Annars er tó eingin vandi við vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Vørurnar, sum verða afturkallaðar:
BEELIZ Honning Cremet 250g
Best fyri: 19/12-2026
EAN-strikukota 3088541018910
BEELIZ Honning Flydende 250g
Best fyri: 19/12-2026
EAN-strikukota: 3088541018903
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald