Innanlands

Afturkallað nú ostadipp

Hetta slagið frá Santa Maria hevur Bacillus cereus í sær, og kann tað føra til spýggju og leyst lív, upplýsir Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Talan er um vøru, ið er seld í føroyskum handlum seinastu tíðina. Vøran eigur at verða latin aftur haðani hon eru keypt ella beind burtur, skrivar hfs.fo

Talan er um vøru, ið er seld í føroyskum handlum seinastu tíðina. Vøran eigur at verða latin aftur haðani hon eru keypt ella beind burtur, skrivar hfs.fo

2023-09-26 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kunnar fast um matvørur, sum fyritøkur afturkallað av ymiskum orsøkum.

Nýggjasta dømi er ostadipp (Nacho Cheese), sum Paulig Denmark A/S hevur afturkallað. Orsøkin er, at kanningar hava ávist bakteriuna "Bacillus cereus". 
 
Heimasíðan hfs.fo skrivar, brúkarin kann gerast sjúkur av at eta vøruna. Sjúkueyðkenni kunnu vera spýggja og leyst lív.

Talan er um vøru, ið er seld í føroyskum handlum seinastu tíðina. Vøran eigur at verða latin aftur haðani hon eru keypt ella beind burtur.

Talan er Santa Maria Dip Nacho Cheese Style við nettovekt á 250 g. Best fyri:frá 01.06.2025 til 31.08.2025


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder