Coop Danmark A/S afturkallar eitt slag av avokado, " Smag Forskellen" sum eisini er selt í føroyskum handlum.
Orsøkin til afturkallingina er, at tað er staðfest ov høgt innihald av kadmium í vøruni. Heilsuvandi kann tískil ikki útilokast, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
– Tað sum er týdningarmikið er, at brúkarin ikki hevur eitt høgt inntak av kadmium í longri tíð. Tað er ikki ein einkult máltíð, sum er avgerandi, men inntakið yvir longri tíð. Brúkarin fær tískil ikki akutt sjúkueyðkenni.
Mælt verður til, at vøran verður latin innaftur, haðani hon er keypt ella beind burtur.
Vøran, ið verður afturkallað:
Smag Forskellen avokado 2 stk./bakke
EAN-kode: 5700384395543
Lot nr.: 25G og 26B
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald