Innanlands

Afturkalling av nudlum

Orsøkin er, at vøran inniheldur selleri, sum ikki er týðiliga frámerkt á vøruni, og eiga fólk, ið eru ovurviðkvom fyri selleri ikki at eta vøruna, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2023-07-03 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagrofa A/S afturkallar Sun Yan Asian Style Chicken instant noodles, sum eisini er selt í føroyskum handlum.

Orsøkin er, at vøran inniheldur allergenið selleri, sum ikki er týðiliga frámerkt á vøruni, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Fólk, ið eru ovurviðkvom fyri selleri eiga ikki at eta vøruna, sum eiga at verða lætnar inn aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur. Fær ein sjúkutekin av at eta vøruna, eigur ein at venda sær til lækna.

Vørna, sum verður afturkallað:

Sun Yan instan nudler med kylling
Best fyri: 16.01.2024
EAN-strikukota 4770107252805

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder