2020-08-15 11:24
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Semper í Danmark afturkallar eina sending av maisgreyti (frá 4 mðr), tí vandi er fyri, at metalstykki eru í vøruni, og er hon sostatt óegnað til mannaføði.
Vøran er eisini seld í handlum í Føroyum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum liggja inni við hesari vøru, um at lata hana inn aftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.
Talan er um maisgreyt við hesum dagfestingum:
Best áðrenn: 18/03/21, 19/03/2021, 20/03/2021 og 22/03/2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald