Uttanlands

Áhaldandi russisk álop á Kiev

Ein persónur doyði í gjár, og eitt dronuálop í morgun særdi fimm í ukrainska høvuðsstaðnum - harav trý børn.

Fólk fáa javnt og samt skaðar, tá russisk álop raka innfrákervi í Ukraina - her í Zaporizhzhia í gjár (Mynd: Darya Nazarova/AFP/Ritzau Scanpix)

Fólk fáa javnt og samt skaðar, tá russisk álop raka innfrákervi í Ukraina - her í Zaporizhzhia í gjár (Mynd: Darya Nazarova/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-18 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta samdøgrið hava russar áhaldandi framt álop á ukrianska høvuðsstaðnin og økið kring har. 

Hósdagin kostaði eitt álop eitt mannalív í einum ídnaðarøki vestan fyri Kiev. 

Hetta upplýsti guvernørurin i Zhytomyr-regionen, Vitalij Bunechko, sambært Reuters og TV2.

Onkur annar varð særdur, tá russar raktu ein bygning.

Í nátt og tíðliga í morgun hava álop aftur verið, og hetta hevur sært fimm fólk, harav trý børn. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Í gjár vóru eisini ógvusligr skaðar í ídnaðarbýnum Zaporizhzhia, har millum annað ein handilsmiðstøð var russiska málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder