Innanlands

Áheitan til klaksvíkingar: Bíðið við at fara heimaftur

KFUM & K letur upp nú klokkan 17 sum móttøkustað fyri tey, ið ikki hava annað stað at fara til

2022-12-19 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av tí at veðurfrásøgnin boðar frá meira regni í kvøld og út á náttina, sendir tilbúgvingin hjá Klaksvíkar kommunu nú áheitan til borgarar, ið búgva á ovastu vegunum í Klaksvík, Norðoyri og Ánunum og onnur, sum búgva ábært fyri, um ikki at fara heim til hús aftur í kvøld.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at nú frá klokkan 17 verður KFUM & K nýtt sum móttøkustað til tey, sum ikki hava annað stað at fara til í løtuni.  

Annars ber til at seta seg í samband við Miðlan, ið virkar sum neyðtelefon í sambandi við serligu støðuna í býnum. Telefonnummarið hjá Miðlan svarar alt døgnið, soleiðis, at borgarar, sum ikki sleppa frá húsum og hava tørv á hjálp frá sløkkiliðnum, kunnu boða frá. Er tørvur kreppuhjálp, verða fólk eisini biðin um at ringja til Miðlan, skrivar kommunan í fráboðanini.

Onnur bráðfeingis boð skulu beinast til Politiið á telefon 112.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder