Mentan

Aiming for Enrike á G!

Norsk duo, ið ljóðar sum eitt heilt orkestur, spælir í Syðrugøtu í summar

2024-02-06 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski bólkurin Aiming for Enrike verður við plakatini fyri G! Festivalin í Syðrugøtu í summar. Tað boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi í dag.

Soleiðis verður bólkurin lýstur:

Aiming for Enrike eru tveir snildir gandakallar, sum við gittara og trummum megna at vinda munandi meira burturúr sínum ljóðförum enn fólk flest.

Stílurin sveiggjar heilt frá shoegaze til techno, og er mentur gjøgnum fimm útgávur.

Letur tú eyguni aftur, so kanst tú lætt hugsa, at har standa fimm-seks tónleikarar á pallinum, har onkur spælir ljómborð, onkur bass og onkur slagverk.

Har má vera slept okkurt í drekkivatnið í Noregi í nýggjari tíð. Umaftur og umaftur megna tey at koma við ótrúliga góðum listafólki, bólkum, tónleikarum og lagsmiðjum, øll á so høgum altjóða støði, at tú verður tikin á bóli ferð eftir ferð.

Hetta er bæði tað háfloygda og tað einfalda. Nøktan av heila og kroppi.

Tað er longu greitt, at Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO), Ash Olsen (FO) og Specktors (DK) spæla á G! 2024, sum verður í døgunum 18. til 20. juli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder