Brøðurnir Matt og Ross Duffer gjørdust kendir við Netflix-hitrøðini "Stranger Things", sum hevur bergtikið nógv fólk kring heimin.
Men sambært filmsleikstjóranum Charlie Kessler, hava teir báðir stolið hugskotið frá honum.
Charlie Kessler sigur, at hann hitti teir báðar á Tribeca Film Festival í 2014, og tá prátaði hann við teir í 10-15 minuttir.
Í apríl í fjør stevndi Charlie Kessler Matt og Ross Duffer fyri at hava stolið hugskotið, sum stuttfilmur hansara "Montauk" frá 2012 er bygdur á.
Sambært DR er tað nú greitt, at málið skal fyri rættin í mai.
Duffer-brøðurnir hava hildið fast við, at teir sjálvir eru komnir við hugskotinum til "Stranger Things".
- Teir hava hvørki sæð stuttfilmin hjá Kessler ella tosað um nakra verkætlan við hann. Hetta er bert ein roynd at fáa pengar burturúr kreativitetinum og harða arbeiðinum hjá øðrum, segði sakførarin hjá Duffer-brøðrunum í fjør.
Netflix sigur seg eisini stuðla brøðrunum.
Til ber at síggja triðju sesongina av "Stranger Things" á Netflix í juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald