Ein 70 ára gamal maður er í dag fríkendur í Føroya rætti. Hann var annars ákærdur fyri at hava sett eld á eina ruskspann á almenna veginum á Vaglinum í Havn í september 0224.
Tað skrivar Frihedsbrevet í dag.
Ákærdi maðurin var tann sum boðaði alarmsentralinum frá eldinum, men tað var ikki tí, hann sjálvur hevði sett eld á, vildi hann vera við.
Hann hevði verið á bókasavninum og var síðan farin ein túr til gongu oman í Vágsbotn. Har sá hann, at eldur var í almenna vesinum og hevði síðani ringt til 112.
Frihedsbrevet skrivar, at ákæruvaldið kravdi níggju mánaða fongsulsrevsing og at Betri Trygging hevði sett fram endurgjaldskrav upp á umleið 1,25 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald