Innanlands

Ákæruvaldið: Hava ikki tikið støðu til útvísing enn

Mikudagin avgjørdi Føroya rættur, at ein útlendingur, sum er skuldsettur fyri harðskap og stuldur, skuldi leyslatast, hóast kravið var varðhaldsfongsling og útvísing – Enn er støða ikki tikin til útvísing, men mett verður framvegis, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar, og tí er avgerðin kærd til Eystara Landsrætt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-08 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin varð ein útlendingur framstillaður í Føroya rætti, sum er skuldsettur fyri í einum máli um harðskap og fleiri málum um stuldur.

Løgreglan hevur greitt miðlunum frá, at løgreglan vildi hava viðkomandi varðhaldsfongslaðan og útvístan, men at rætturin avgjørdi at leyslata hann.

Ákæruvaldið greiðir í dag frá, at tað var bert spurningurin um varðhaldsfongsling, sum varð viðgjørdur, og er støða sostatt enn ikki tikin til, um viðkomandi skal útvísast, sum annars stóð í grein, sum vit skrivaðu í gjár.

– Tað, sum Føroya Rættur skuldi taka støðu til mikudagin, var, um treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar. Treytirnar fyri varðhaldsfongsling eru í § 787 í rættargangslógini fyri Føroyar og – tá talan er útlendingar – í útlendingalógini.

– Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling ikki vóru loknar, og maðurin var tí leyslatin. Føroya Rættur hevur ikki tikið støðu til spurningin um útvísing, tí hesin spurningur ikki verður viðgjørdur, fyrrenn málið verður høvuðsforhandlað. Tá málið verður høvuðsforhandlað, skal Føroya Rættur taka støðu til skuldarspurningin og møguliga revsing, umframt spurningin um útvísing, skrivar Ákæruvaldið í rættleiðing til miðlarnar.

Ákæruvaldið metti, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar, og hevur Ákæruvaldið tí kært avgerðina um leyslating til Eystara Landsrætt.

Dagførd kl. 11.46

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder