Innanlands

Arktis á breddanum á Torradøgum

Ymiskar framløgur vera á skránni, tá ið broytingar á Arktis verður snúningsdepil í myndum og frágreiðingum í kvøld kl. 19.30 í miðhøllini á Skúlatrøð.

2020-02-20 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein myndamaður úr Eysturríki, Christoph Ruhsam, sum hevur verið nógv í Arktis, greiðir frá í myndum um broytingar í „landslagnum“ har.
Vinmaður hansara, Wolfgang Schöner, professari, greiðir eisini frá um hesi somu viðurskifti við eini meira gjøllari sjóneyku.

Malan Ó. á Dunga, búskaparfrøðingur og politiskur ráðgevi hjá Sjúrði Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi og formaður í Arktisku sendinevndini í Fólkatinginum, greiðir frá um hvussu vanligur vinnupolitikkur brádliga verður ein trygdar- og verjupolitiskur spurningur orsakað av stórveldisáhuganum í Arktis. Kann hetta leggja ríkisfelagsskapin undir trýst?

Eisini greiðir Bill Justinussen, løgtingslimur frá fundum um Arktis umvegis Norðurlendskt poli­tiskt arbeiði, hann hevur verið við til.

Sólvit Nolsøe, tíðindamaður tekur saman um og týðir til føroyskt – eins os spurningar á føroyskum verða týddir til enskt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder