Innanlands

Aksel er framvegis yndisløgmaðurin

Triðingurin av føroysku veljarunum ynskir formann Javnaðarfloksins til løgmann

Løgmansskifti í Tingenesi - men Aksel hevur framvegis best undirtøku millum veljararnar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Løgmansskifti í Tingenesi - men Aksel hevur framvegis best undirtøku millum veljararnar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-02 16:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Bárður á Steig Nielsen hevur vaksandi undirtøku millum veljararnar sum løgmaður, so er tað framvegis undanfarni løgmaður, Aksel V. Johannessen, sum er best dámdur sum løgmansevni av føroysku floksformonnunum.

Á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjakvøldið, varð millum annað spurt um, hvønn veljarin ynskir skal vera løgmaður eftir eitt møguligt løgtingsval.

Og her vóru tað meira enn ein triðingur, 33,4 prosent, sum peikaðu á formannin hjá Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen.

Bárður á Steig Nielsen, núverandi løgmaður, fær undirtøku frá 28,6 prosent av teimum spurdu.

Síðan er langt niður til næstu løgmansevnini. 10,3 prosent peika á Høgna Hoydal, 7,4 á Jørgen Niclasen, 5,5 prosent á Ruth Vang, 2,3 á Jenis av Rana og 1,5 prosent peika á formannin fyri Sjálvstýri, sum ikki sjálvur er umboðaður á tingi, Jógvan Skorheim.

Bárður gongur fram
Undan valinum 31. august í fjør, spurdu vit eisini fleiri ferðir hvønn av floksformonnunum, sum veljarin ynskti at vera løgmaður.

Les grein frá 29. august 2019: Fólkið peikar framvegis á Aksel sum løgmann 

Um vit hyggja at teimum trimum veljarakanningunum, sum vórðu gjørdar í august, so sæst, at tásitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, fekk undirtøku frá 33 til 37 prosentum av teimum spurdu. Staðfestast kann sostatt, at Aksel V. Johannesen ikki hevur mist stórvegis undirtøku sum løgmansvalevni hesar níggju mánaðirnar, ið eru gingnir síðan valið.

Tann, ið sigur sum løgmaður, fær so at siga altíð góða undirtøku í slíkum kanningum. Og rætt skal vera rætt – Bárður á Steig Nielsen gongur rættiliga fitt fram, tá veljararnir verða spurdir um hvør skal vera stjórnarleiðari.

Undan valinum í fjør peikaðu millum 19 og 22 prosent á formann Sambandsfloksins í hesum spurninginum, nú er tað næstan 29 prosent.

Jørgen missir
Høgni Hoydal stendur í so máta í stað. Fyri níggju mánaðum síðani var undirtøkan umleið 10 prosent, og tað er hon enn.

Hinvegin missir formaður Fólkafloksins undirtøku sum formansvalevni. Jørgen Niclasen mátti eftir valsigurin í fjør sleppa tankanum um at gerast løgmaður, og gav møguleikan víðari til Bárð á Steig Nielsen fyri sjálvur at gerast fíggjarmálaráðharri. Undan valinum hildu um 15 prosent av veljarunum, at hann átti at verið løgmaður. Nú eru tað bert 7,4 prosent.

Ruth lutfalsliga stóra undirtøku
Merkisvert er, at einasta kvinna, ið stendur á odda fyri politiskum, Ruth Vang, fær lutfalsliga stóra undirtøku í hesum spurningi.

Undan valinum í fjør vóru tað bert 2 prosent av teimum spurdu, sum peikaðu á táverandi formann í Framsókn, Poul Michelsen. Í dag eru tað 5,5 prosent, sum peika á nýggju forkvinnuna í flokkinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder