Aksel fingið samráðingarrættin

Eftir eitt formansumfar fyrrapartin hevur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, fingið samráðingarrættin. Vísandi til, at Framsókn vil burtur frá blokkpolitikki ætlar hann fyrst at kanna møguleikan fyri samgongu við Framsókn og Sambandsflokkin

Javnaðarflokkurin sær ymsar møguleikar at skipa samgongu. Eftir, at Framsókn hevur sagt seg vilja burtur frá blokkpolitikki hevur Aksel V. Johannesen nú sagt, at hann fyrst fer at kanna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn (Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin sær ymsar møguleikar at skipa samgongu. Eftir, at Framsókn hevur sagt seg vilja burtur frá blokkpolitikki hevur Aksel V. Johannesen nú sagt, at hann fyrst fer at kanna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 11:50 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Í morgun hevur formansumfar verið, har formenninir í politisku flokkunum hava verið og tosað við løgtingsformannin um at velja ein samráðingarleiðara, sum skal sleppa at royna at skipa nýggja samgongu.

Allir flokkar uttan ein søgdu, at teir vístu á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, vildi ikki siga, hvønn hann vísti á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang vísti eisini á Aksel, men legði afturat, at Framsókn vildi sleppa burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur eyðkent føroyskan politikk seinastu árini. Tí ynskir hon fyrst og fremst eina samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir, eisini nú fyrrapartin, víst til møguleikan at skipa samgongu við Tjóveldi og Framsókn. Eftir formansumfarið, tá Aksel V. Johannesen fekk samráðingarrættin, segði hann tó, at seinrapartin fór hann at taka eitt prát við Tjóðveldi, og eftir tað at kanna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn.

[object Object]Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder