Innanlands

Aksel ikki væl dámdur millum yngstu veljararnar

Sitandi løgmaður fær bert undirtøku frá 13 prosentum í aldursbólkinum 18-29 ár, vísir veljarakanningin, sum Blaðið Vikuskiftið kunngjørdi leygardagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-14 09:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum teir yngstu veljararnar, tey 18-29 ára gomlu, fær sitandi løgmaður bert undirtøku frá 13 prosentum. Tey peika heldur á Bárð á Steig Nielsen og Beinir Johannesen, ávikavist 33 og 32 prosent.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin, og sum varð kunngjørd leygarmorgunin.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, er tann floksformaðurin, sum flest føroyingar vilja hava sum løgmann. 28 prosent vilja hava hann til løgmann aftur. Aksel V. Johannesen er framvegis væl umtóktur sum heild, og tað eru 24,9 prosent sum ynskja hann sum løgmann eftir næsta løgtingsval. Beinir Johannesen dregur inn á teir báðar royndu harrarnar, og liggur á triðja plássi við 23,3 prosentum.

Hyggja vit eftir kynunum, síggja vit, at tað stendur javnt millum Bárð og Aksel millum kvinnuligu veljararnar. Teir fáa undirtøku frá 27 prosentum hvør, meðan 22 prosent peika á Beinir.

Monnunum dámar best Bárð á Steig Nielsen, 29 prosent, meðan 24 prosent peika á Beinir og 23 á Aksel.

Aksel er best dámdur millum tey 30 til 44 ára gomlu (27 prosent) og tey oman fyri 60 (30 prosent), meðan Bárður er best dámdur millum tey 45 til 59 ára gomlu (36 prosent).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder