Innanlands

Aksel og bróðursonurin fingu flestar atkvøður

Her er topp-10 yvir persónligar atkvøður

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-09 00:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og bróðursonur hansara, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, sum fingu flest persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í dag.

Aksel V. Johannesen fekk 1.961 persónligar atkvøður, og sostatt nógv flestar á valinum hesaferð. Men hetta var ikki eins nógvar og á løgtingsavalinum seinast, tá Aksel eisini var toppskorari, men tá við 2.323 atkvøðum.

Topp 10 fyri løgtingsvalið 22022 sær soleiðis út:

1. Aksel V. Johannesen (C) 1.961
2. Beinir Johannesen (A) 1.688
3. Bárður á Steig Nielsen (B) 1.355
4. Ruth Vang (F) 981
5. Ingilín D. Strøm (C) 787
6. Høgni Hoydal (E) 760
7. Bjørt Samuelsen (E) 759
8. Jenis av Rana (H) 721
9. Magnus Rasmussen (B) 713
10. Erhard Joensen (B) 528

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder