Mentan

Aksel Remmel hevur konsert í Hátúni

Sunnudagin hevur klaverleikarin Aksel Remmel solokonsert í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla

2025-06-21 17:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27 ára gamli klaverleikarin Aksel Remmel, ið júst hevur lokið kandidatlestur á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum, bjóðar til solokonsert í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla í morgin, sunnudagin klokkan 15.

Hetta verður ein heilt serlig løta við einari skrá, sum bøði er fjølbroytt, spennandi og persónlig - við verkum, sum hava havt serligan týdning á leiðina gjøgnum konservatoriið. Har verður alt frá inniligum, kenslubornum tónleiki til ógvuliga virtuos og leikandi stykkir.

Atgongumerki fáast við dyrnar.

Skrá

Sergei Rachmaninoff (1873-1943): Préludes Op. 32

No 5 í g dur
No 10 í H mol

Wolfang Amadeus Mozart (1756-1791):

Sonata no 5 í G dur, K. 283

Sunleif Rasmussen (1961-): 7 Bagatellen

No 3: Der Tanz um die Hymne
No 6: Die Stimme der Traurigkeit

Claude Debussy (1862-1918): Préludes livre 1

No 5: Les Collines d'Anacapri
No 10: La Cathédrale Engloutie

Franz Liszt (1811-1886):

Rhapsodie Espagnole

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder