2021-09-08 19:43

Føroya Landfúti og Vága kommuna hava skrivað undir avtalu um at seta ein aktingarmann fyri Vága kommunu.
Tórður á Presttrøðni er stettur í starvið sum aktingarmaður og er byrjaður í starvinum í dag, skrivar kommunan.
Mannagongdin sum skal fylgjast tá fráboðast skal um leyst gangandi djór er, at ringt verður til løgregluna á tlf. 35 14 48, sum síðan setur seg í samband við aktingarmannin og sendir hann á staðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald