Innanlands

Albert Ellefsen virkandi borgarstjóri í Vága kommunu

Varaborgarstjórin røkir sessin fram til 7. august

2023-07-19 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjarni Prior, borgarstjóri er farin í summarfrí, og í hesum tíðarskeiðinum tekur Albert Ellefsen, varaborgarstjóri sætið sum virkandi borgarstjóri.

Hesum boðar Vága kommuna frá á heimasíðu sínari.

Albert Ellefsen er 63-ára gamal og fekk sessin sum varaborgarstjóri, eftir at hann varð valdur inn, og býráðið varð skipað. Albert hevur nógvar royndir sum kommunalpolitikkari og er millum eisini kendur sum fótbóltsvenjari.

Bjarni Prior verður aftur í borgarstjórasessinum um útvið tríggjar vikur, 7. august. Fram til tá røkir Albert Ellefsen uppgávurnar hjá borgarstjóranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder