2025-10-01 15:43

Seinastu fimm árini eru áleið 17 tons av gomlum fríholdum fingin upp av botni í Klaksvík.
Fríholdini slitna javnan úr kaiunum, tá skip leggja at og fara frá. Tá tey loysna, søkka tey niður á botn. Um skip fáa fríhold í skrúvurnar, kunnu skipini fáa álvarsligar og kostnaðarmiklar skaðar.
Í Klaksvík hevur eitt samstarv millum Klaksvíkar Havn, Føroyska Vinnukavaraskúlan, Norðoya Bjargingarfelag og Vørn gjørt, at tá kavarar hava vant á botni, hevur møguleiki verið at fingið nøkur fríhold upp og burturbeind.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/10/01/gallery-thumbnail/1759316099on8wfqjlqq.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/10/01/gallery-thumbnail/1759316323s2xsyo021c.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/10/01/gallery-thumbnail/1759316142ktbmnhv68h.webp)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald