
Klaksvíkar kommuna skrivar, at tey, sum í løtuni ganga til undirvísing í føroyskum, eru á leið 30 í tali og koma úr nærum øllum heiminum. Tey flestu eru úr Asia - úr londum sum Indonesia og Filipsoyggjunum - meðan onnur eru úr Norðurlondum, Afrika og Eysturevropa.
Borgarstjórin bjóðaði pitsu og nýtti høvið at práta við tilflytararnar og hoyra, hvussu tað gekk hjá teimum at læra føroyskt.
- Eitt, sum kom fram, var, at støðið og harvið tørvurin vóru sera ymisk. Eisini bleiv nevnt, at tað til tíðir er ein avbjóðing at finna rætta tilboðið, tí fleiri kundu hugsað sær meiri frálæru í føroyskum, men tað kann vera ein avbjóðing at fáa undirvísingartilboð og arbeiði at ganga hond í hond.
Núverandi býráð endurstovnaði integrasjónsnevndina, tá býráðssetan byrjaði 1. januar 2021. Endamálið við integrasjónsarbeiðinum hjá Klaksvíkar kommunu er fyrst og fremst at stuðla undir og taka stig til integrasjónsfremjandi tiltøk í Klaksvíkar kommunu.
Myndir: klaksvik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald