Innanlands

Áleið 300 kanningar ikki greinaðar enn

Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslitini frá í gjár eru almannakunngjørd. Mett verður, at áleið 30 nýggir tilburðir eru

2020-08-06 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður bíðað við spenningini og stúran eftir nýggjastu koronatølunum. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttaði í morgun fyri Kringvarpi Føroya, at roknast skal við, at talið av nýggjum koronatilburðum, sum verður kunngjørt seinni í dag, verður hægri enn teir 14, sum vórðu staðfestir í gjár. Tá lótu yvir 1500 fólk seg kanna.

Orsaka av mongu kanningunum á sjúkrahúsunum, beint undir 900, er arbeiði at greina tær ikki lidnar og umleið 300 kanningar verða greinaðar í løtuni. Hetta skrivar corona.fo, ið boðar frá, at landslæknin fer síðani at ringja til teirra, sum hava fingið staðfest smittuna. Um ein ikki hevur hoyrt frá Landslæknanum, tá tølini verða kunngjørd, er úrslitið av kanningini negativt. 

- Heitt verður tí á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd. Tølini verða kunngjørd skjótast gjørligt.

Lars Fodgaard Møller sigur við Kringvarpið, at í løtuni eru 25 tilburðir staðfestir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder