Innanlands

Áleið 50 hvalir lagt beinini í Syðrugøtu

Drápið gekk skjótt og væl, upplýsir sýslumaðurin

Mynd: Jörgin Árnason Við Úlvsá

Mynd: Jörgin Árnason Við Úlvsá

2018-09-21 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað var eitt eygablikk, so var alt dripið, sigur Karl Johansen, sýslumaður, um grindina, sum fyri løtu síðani legði beinini í Syðrugøtu.

Tá avtornaði vóru seks bátar við í drápinum, og nógv fólk vóru á sandinum, verður upplýst. Mett verður at tað vóru áleið 50 hvalir, sum løgdu beinini.

Nú verða hvalirnir sleipaðir á keiina í Norðagøtu, har merkt verður.

Karl Johansen, sýslumaður, veit ikki í løtuni um seðlarnir koma út í kvøld ella í morgin. Vit venda aftur við hesum seinni í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder