Innanlands

Áleið helmingurin av koronatilburðunum er skrásettur í USA, Brasil ella India

Samanlagt eru beint yvir átta milliónir koronatilburðir í hesum londunum

Koronatølini í Brasil eru alsmant vaksandi, og tað er trýstið á forsetan Jair Bolsonaro eisini (Mynd: EPA)

Koronatølini í Brasil eru alsmant vaksandi, og tað er trýstið á forsetan Jair Bolsonaro eisini (Mynd: EPA)

2020-07-27 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru yvir 16 milliónir skrásettir koronatilburðir kring heimin. Sambært worldometers er talið nú beint undir 16,5, og í fleiri pørtum av heiminum verða sera nógv smittaði. 

Virusið breyt út í Kina stutt áðrenn ársskifti, og eftir at tað fyrsta partin av árinum í stóran mun bert spreiddi seg í heimsins fólkaríkasta landið, flutti tað skjótt víðari. Europa gjørdist nýggi miðdepilin fyri virusið, men síðani er støðan batnað í okkara heimsparti.

Tað er ikki óvæntað, at lond við stórum fólkatali hava stórt smittutal. Trý av londunum í topp-seks í heiminum, tað tað snýr seg um fólkatal, standa nú fyri helvtuni av staðfestu smittutilburðunum. Talan er um USA, Brasil og Indien. Hesi londini hava ávíkavist  4,3, 2,4 og 1,4 milliónir smittutilburðir, sambært tølunum hjá worldometers fyrrapartin.

Í gjár vórðu 55.000 nýggir smittutilburðir staðfestir í USA. Tað er serliga í statinum í sunnara og vestara parti av landinum, at korona rakar hart beint nú. Áður hevur New York verið miðdepilin. Í India vóru beint undir 50.000 nýggir smittutilburðir staðfestir í gjár.

Hetta er annars 13 dagurin á rað, at yvir 200.000 nýggir smittutilburðir eru skrásettir kring heimin. Beint yvir 10 milliónir fólk eru vorðin frísk, eftir at tey hava fingið staðfest covid-19. 5,7 milluónir tilburðir eru "aktivir".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder