Innanlands

Aleth, Jenny og Katrina útbúnar sum serlæknar í almennum medisini

Tær hava seinastu fýra árini verið undir serlæknaútbúgving á sjúkrahúsi og hjá kommunulæknum

Aleth Nattestad Lamhauge, Katrina Clementsen, Jenny Jónsdóttir Nielsen og Steinar Eirikstoft, forstjóri (Mynd: Landssjúkrahúsið)

Aleth Nattestad Lamhauge, Katrina Clementsen, Jenny Jónsdóttir Nielsen og Steinar Eirikstoft, forstjóri (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2025-08-28 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landssjúkrahúsið: Í dag hevur verið móttøka har sjúkrahússtjórnin heilsaðu uppá nýútbúnu serlæknarnar.

Aleth Nattestad Lamhauge, Katrina Clementsen og Jenny Jónsdóttir Nielsen hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á sjúkrahúsi og hjá kommunulæknum, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum.

Aleth byrjaði sína útbúgving í Danmark, í Region Nordjylland. Hon byrjaði hjá kommunulækna og hennara sjúkrahúsforløb var á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.

Aleth flutti síðan sína serlæknaútbúgving til Føroyar, har hon byrjaði á Psykatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, eftir hetta hevur hon verið í læknaviðtaluni hjá Marjus Dam í Vága læknadømi og hjá Bjarna Wardum í Suðurstreymoyar læknadømi.

Jenny Jónsdóttir Nielsen hevur verið ávíkavist hjá kommunulækna Kristu Jørmundsson í Fuglafjarðar læknadømi, sjúkrahúsførløbið hevur verið á Landssjúkrahúsinum og seinasta forløbið í serlæknaútbúgvingini hevur verið hjá kommunulækna Katrin Danielsen í Suðurstreymoyar læknadømi.

Katrina Clementsen hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Kristu Jørmundsson í Fuglafjarðar læknadømi, sjúkrahúsforløbið hevur verið á Landssjúkrahúsinum og seinsta forløbið í serlæknaútbúgvingini hevur verið hjá kommunulækna Turið Holm Johannessen í Suðurstreymoyar læknadømi.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder