2018-06-22 11:28

Síðani syrgiligu hendingina á Varðanum Pelagic seinnapartin í gjár, eru nógv sum hava víst sína samkenslu á Facebookvanganum hjá Alex Bærendsen, sum er ógvuliga kendur frá føroyska tónleikapallinum.
Hann doyði í arbeiðsvanlukku, 56 ára gamal.
Sambært vp.fo sá eingin tilburðin, sum nú verður kannaður av løgregluni og arbeiðseftirlitinum. Alex varð árendur av einari arbeiðslyft og doyði av løstinum, sambært løgregluni.
Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirki, sum er høvuðsarbeiðstakari hjá Varðanum Pelagic, upplýsir fyri VP, at tey 200 arbeiðsfólkini, sum seinastu tíðina hava havt sína dagligu gongd á Varðanum Pelagic, hava frí í dag í virðing fyri Alex og teimum eftirsitandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald