Mentan

Alfred Olsen sigur frá um Fríðrik próst

Miðvika og skrúvuguðstænasta á skránni í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld

2019-11-12 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 13. november er nógv á skránni í Hoyvíkar kirkju.

Klokkan 17.30 er skrúvuguðstænasta, sum er ein gudstænasta, serliga ætlað barnafamiljum. Ein bíbilsøga verður fortald, og sálmar verða sungnir, og síðan verður farið í kirkjukjallaran, har borðreitt verður við lasanju. Tiltakið er fyri øll.

Kl. 19.30 fer Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, at halda fyrilestur um Fríðrik Petersen, próst. Eisini verða nakrar av perlunum, sum prósturin hevur yrkt, sungnir. Fyrilesturin hevur heitið eftir einum av hansara sálmum, “Tíðin rennur sum streymur í á”.

Fríðrik Petersen varð føddur í Saltnesi 22. apríl 1853 og andaðist í Keypmannahavn 26. apríl 1917. Umframt at verða prestur og próstur og at yrkja, var hann eisini sera virkin í politikki, og hann varð valdur bæði á løgting og landsting.

Eftir fyrilesturin uppi í kirkjuni, verða øll boðin niður undir til kaffi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder