Innanlands

Alfred Petersen er aftur stýrisformaður í ALS

Margit Stóra hevur sett nýtt ALS-stýri - tað tók við í gjár

Alfred Petersen hevur áður staðið á odda fyri hesum stýrinum

Alfred Petersen hevur áður staðið á odda fyri hesum stýrinum

2025-10-02 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umhvørvismálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2025 og skal komandi fýra árini sita fyri og hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini. 

Stýrið hevur tilsamans sjey limir; seks eru valdir eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, meðan formaðurin er valdur uttan tilmæli. Harumframt eru varalimir tilnevndir.

Hesi eru limir og varalimir í ALS-stýrinum:

Stýrisformaður og varastýrisforkvinna:
Alfred Petersen, advokatur, stýrisformaður
Doris Bjarkhamar, ráðgevi, varastýrisforkvinna

Umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt:
Elin Sørensen, næstforkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, stýrislimur
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, varastýrislimur

Umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum:
Birgir Waag Høgnesen, starvsfólk Føroya Fiskimannafelag, stýrislimur
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, varastýrislimur

Umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum:
Óluvu í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stýrislimur
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, varastýrislimur

Umboðandi privatu arbeiðsgevararnar:
Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, stýrislimur
Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, varastýrislimur
Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja, stýrislimur
Stefan í Skorini, stjóri hjá Reiðarafelagnum, varastýrislimur

Umboðandi tað almenna sum arbeiðsgevara:
Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, stýrislimur
Anita Fuglø, stjóri í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, varastýrislimur

ALS-stýrið verður valt sambært § 4 í ALS-lógini og sambært kunngerðini um val av stýri fyri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder