Mentan

Alice Boman á G!

Svensk songkvinnan hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og løg hennata hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsrøðum

2024-02-13 09:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Alice Boman kemur á G! við sínum eltandi huglagi og nemandi løgum. Hon fekk sítt stóra altjóða gjøgnumbrot við lagnum Wating av fyrstu útgávu síni Skisser.

Upprunaliga var tað bara ein demo, sum svenska songkvinnan sendi avstað, við vón um at sleppa í studio at spæla sín tónleik inn ordiliga. Men, tá ið avtornaði, vóru tað júst hesar makaleysu upptøkur, ið blivu útgivnar av plátufelagnum Adrian Recordings.

Soleiðis byrjaði tónleikaliga ferðin við útgávuni Skisser. Ráur og reiðiligur tónleikur, við tekstum sum tala søguna hjá teimum við hjartasorg.

Talan er ikki um nakra skínandi, popputta glansmynd - tvørturímóti. Men letur tú fyrst hesa undurfullu songkvinnu sleppa innum, so sleppur tú ikki av aftur við hennara eltandi huglag.

Hon hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og tónleikur hennara mennist alsamt, uttan at hon hevur mist seg sjálva burtur á ferðini. Løg hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsrøðum; Transparent, Wanderlust og 13 Reasons Why.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder