Innanlands

Aliøkið A-87 hjá MOWI uttan fyri Haldórsvík er flutt longur norður

Økið, ið var uttan fyri Haldórsvík, var ov lítið. Við at flyta og víðka aliøkið fær MOWI skilabetri rakstur á alifjørðinum.

2020-04-07 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á sumri 2013 fekk Mowi eitt nýtt akiøki uttan fyri Haldórsvík. Eftir at hava roynt økið eina tíð, metti Mowi at økið var ov lítið. Økið kundi ikki víðkast orsakað av siglingarleiðum, og tí søkti Mowi í summar um at sleppa at flyta og víðka aliøkið uttan fyri Haldórsvík. Umsóknin er gingin á møti, og hevur Mowi fingið loyvi til at flyta aliøkið A-87 longur norður í Sundalagið samstundis sum økið er víðkað nakað. Við hesi broyting væntar Mowi at fáa betri rakstur í Sundalagnum.

Aliøkið A-87 hoyrir til alifjørðin C-12, Sundini norður, saman við aliøkinum A-32, sum liggur við Fossá.

Aliloyvið hjá Mowi á Sundalagnum norður varð útskrivað 28. februar 2017, og er galdandi til 31. desember 2027.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder