Innanlands

Allahalganna messa í Gøtu Kirkju sunnukvøldið

Talan er í grundini um eina víðkaða gudstænastu, har ein á heilt serligan hátt gjøgnum sang og liturgi, minnist tey, ið undan eru farin. Gøtu Kirkju Ungdómskór og tónleikarar luttaka

Hetta er ein messa eftir norska tónaskaldinum, Egil Hovland, sum er týdd til føroyskt

Hetta er ein messa eftir norska tónaskaldinum, Egil Hovland, sum er týdd til føroyskt

2025-10-29 09:37 Author image
Innsent
placeholder

Sunnukvøldið 2. november klokkan 19. verður Allahalganna Messa í Gøtu kirkju. 

Hetta er ein messa eftir norska tónaskaldinum, Egil Hovland, sum er týdd til føroyskt.

Talan er í grundini um eina víðkaða gudstænastu, har ein á heilt serligan hátt gjøgnum sang og liturgi, minnist tey, ið undan eru farin.

Talan er ikki ein konsert sum so, tí kirkjuliðið luttekur sera aktivt gjøgnum alla messuna við nýggjum sangum, sum vera lærdir, við at kórið syngur fyri.

- Hendan serskrivaða Allahalganna messan hevur nógvan sera vakran tónleik í sær.

Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttaka hesi:

Liturgar/ prestar: Ida Lykke Kannuberg og Tummas Lykke Kannuberg
6 Blásarar úr Klaksvíkar hornorkestrið.
Organistur saman við kórinum: Jóhanna Johannesen.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder