Á býráðsfundi á Tvøroyri í kvøld, varð einmælt samtykt at allir býráðslimir skipa seg í ein og sama valbólk.
Hetta heldur enn sum vanligt hevur verið, at fara í tvíningar og skipa seg í meiriluta- og minniluta valbólkar.
Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heomasíðuni.
Allir limir og tiltakslimir í nevndunum eru valdir av nýggjum í sambandi hetta. Tvøroyrar kommuna skrivar, at hetta er fyrstu ferð í Tvøroyrar søgu at allir býráðslimir skipa seg í ein valbólk.
Tvøroyrar býráð er umboða: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Kristina Roest, Alvi Mortensen, Bjarni Hammer, Jónleyg Jespersen Bech og Eyð Eidesgaard, ið er tiltakslimir fyri Súsonnu Bertholdsen, ið er í farloyvi.
Nevndirnar eru skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Fastur limur / Tiltakslimur
Kristin Michelsen / Anita Vibergsdóttir
Kristina Roest / Alvi Mortensen
Bjarni Hammer / Eyð Eidesgaard
Sosiala nevnd:
Fastur limur / Tiltakslimur
Jónleyg J. Bech / Bjarni Hammer
Anita Vibergsdóttir / Kristina Roest
Eyð Eidesgaard /Alvi Mortensen
Teknisku nevnd:
Fastur limur / Tiltakslimur
Alvi Mortensen / Bjarni Hammer
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Eyð Eidesgaard / Anita Vibergsdóttir
Mentanarnevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir
Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen
Jónleyg J. Bech / Kristina Roest
Vinnu og havnanevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Anita Vibergsdóttir / Eyð Eidesgaard
Bjarni Hammer / Alvi Mortensen
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Trivnaðar og umhvørvisnevndina:
Fastur limur / Tiltakslimur
Kristina Roest / Jónleyg J. Bech
Eyð Eidesgaard / Alvi Mortensen
Bjarni Hammer / Anita Vibergsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald